Tænastutreytir

Allir prísir eru íroknað meirvirðisgjald, um annað ikki er tilskilað. Gjaldoyra er DKK. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum vørum.

Allar vørur eru ogn hjá Gómagott inntil vøran er fult goldin. 

Gjalding
Til ber at gjalda við Mastercard og Visakort
Heimasíðan brúkar eitt SSL certificat sum tryggjar at tínir upplýsingar eru tryggir og data er bronglað. Gómagott brúkar QuickPay sum gjaldsloysn og NETS sum acquirer.

Fyri upphæddir yvir 225 kr. er neyðugt at brúka 3D Secure sum merkir at keypið skal váttast við SMS. Til ber at tosa við tín banka um hetta, um tú ikki longu hevur tað.

Um ikki annað er avtalað, verður upphæddin trekt av konto hjá kunda, tá vøran verður bíløgd.