Leveringstreytir

Gómagott kann senda um alt landið.

Tórshavn, Hoyvík, Argir: Útkoyring við taxa. Vel millum fráferð frá Gómagott hvønn dag vit hava opið. Leveringstíð avhongur av hvussu nógv er at koyra út tann dagin.

Meginøkið: Útkoyring við Posta er mánadag til fríggjadag. Vanliga skal roknast við útkoyring gerandisdagin eftir at Posta hevur heintað sendingina. Kølivørur kunnu tískil ikki sendast frá Gómagott.

Útoyggjar og uttanfyri meginøkið: Vøra verður send við Posta og verður ikki leverað sama dag. Um vøran skal út á útoyggj og uttanfyri meginøkið, kann tað taka ein dag eyka. Kølivørur kunnu tískil ikki sendast frá Gómagott.