SÍÐANI 2006
Frá gomlum bakarí til sjokulátarí
Kirstin og Høgni Hammer eiga fyritøkuna sum í meira enn 15 ár hevur virkað vørur undir heitinum Gómagott. Hetta byrjaði sum eitt frítíðarítriv, har selt var til jólasølur, festivalar o.l. tiltøk.
Í 2014 fóru fyrireikingarnar ígongd at gera eina nýtímans sjokulátaframleiðslu og í 2015 varð framleiðslu løggilding fingin til vega í gamla bakarínum hjá Alla í eysturbýnum í Havn. Hetta var eitt tað besta bakaríið í býnum og hevði tað staðið órørt síðani tað lat aftur í 1997. Gómagott byrjaði sína framleiðslu hjá Alla á vári 2015 og fyrsta føroyska konfekteskjan kom á marknaðin til Mentanarnáttina 12. juni 2015.
Av tí at ikki bar til at nøkta tørvin við leysasølu av sjokulátu í verandi kørmum, var í 2016 farið undir fyrireikingar at flyta framleiðslu og lata upp kafe í gamla bankabygningum í Niels Finsens gøtu 17. Hetta bleiv til veruleika tann 1. november 2016 tá dyrnar lótu upp í nýggja terminalinum í Steinatúni
GÓÐSKA, FYRST OG FREMST
Vit royna ikki at blíva verðins størst – bara verðins best.
Vit velja altíð bestu rávørurnar og halda okkum til hægsta standard. Fyri at okkara vørur skulu liva upp til okkara høgu góðskukrøv, eru rávørurnar gjølla útvaldar.
Ígjøgnum drúvar royndir hava vit funnið framm til ymisk sløg av belgiskari sjokulátu, sum hóska seg best til okkara vørur. Hetta saman við føroysku rávørunum frá MBM, gevur okkara konfekt ein serstakliga góðan smakk.
Alt verður gjørt við hond frá botni av. Hetta krevur ótrúliga nógv arbeiði, men tað merkist aftur í smakki og góðsku á okkara vørum. Vit loypa ikki upp um har garðurin er lægstur.
Staður
Gómagott
Niels Finsens gøta 17
FO-100 Tórshavn
Føroyar
Tlf. +298 616000
e-mail: info@gomagott.fo
V-tal: 617229
Mánadag - Fríggjadag, 10:00 - 17:30
Leygardag, 10:00 - 17:00
Sunnudag, stongt