Gómagott | Størv
665
page-template-default,page,page-id-665,ajax_fade,page_not_loaded,,qode_grid_1300,footer_responsive_adv,hide_top_bar_on_mobile_header,qode-content-sidebar-responsive,qode-theme-ver-10.1.2,wpb-js-composer js-comp-ver-5.1,vc_responsive
 

Størv

KONDITTARALÆRLINGUR

Til okkara framleiðslu søkja vit eftir einum persóni at koma í læru sum kondittari. Lærutíðin er 4 ár og skúlin sum hoyrir til læruna er í Danmark.

TÚ ERT EIN PERSÓNUR SUM:

  • Er arbeiðssamur
  • Er ábyrgdarfullur
  • Er álítandi.
  • Gongur høgt uppí detaljurnar
  • Ikki er bangin fyri at arbeiða nógv, tá tørvur er á tí

STARVIÐ

Tú kemur at vera ein fastur partur av okkara toymi í sjokulátarínum og kondittarínum, har vit elska okkara handverk og eru stolt av tí. Vanligu arbeiðstíðirnar eru mánadag til leygardag frá klokkan 8 til 16.

Arbeiðið er skipað í vaktum, so arbeitt verður 3. hvønn leygardag. Í háárstíðum kann roknast við at arbeiða longri dagar enn vanliga.

UMSÓKN

Umsókn til starvið saman við ævilýsing (CV) og møguligum myndum av tínum verkum, skal sendast til starv@gomagott.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 2. august 2019. Viðmerk ”kondittaralærlingur”.

Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Kirstin á tlf. 616000

Starvsfólk til café

Til okkara café, søkja vit eftir tilkomnum fólki at arbeiða 30 tímar um vikuna – ella meira. Løn sambært S & K.

Tú ert ein persónur sum:

  • Er arbeiðssamur
  • Er ábyrgdarfullur
  • Er álítandi
  • Er fyrikomandi og smílandi
  • Hevur ein jaligan hugburð
  • Hevur møguleika at arbeiða í skiftandi vaktum
  • Kann arbeiða undir trýsti og hava nógvar bóltar í luftini í senn

Starvið

Tú kemur at vera ein fastur partur av okkara toymi sum arbeiðir í café’ini. Vanligu upplatingartíðirnar eru mán-frí kl. 10:00 til 17:30 og ley kl. 10:00 til 17:00. Arbeiðið er í skiftandi vikuvaktum, so arbeitt verður 3. hvønn leygardag. Til serlig tiltøk tá Gómagott hevur opið, kann vera neyðugt at arbeiða longri vaktir’

Umsókn

Umsókn til starvið saman við ævilýsing (CV) skal sendast til starv@gomagott.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 2. august 2019. Viðmerk ”Starvsfólk til café”.
Fyrimunur er, um tú hevur royndir innan yrkið.
Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Kirstin á tlf. 616000