Á okkara hugnaligu kafe borðreiða vit við einum breiðum úrvali av heimagjørdum køkum, bollum, sniglum, skons og ikki minst sjokulátum.
Vit eru kend fyri okkara góðu heitu sjokulátu. Hon verður gjørd eftir okkara serligu uppskrift og sjálvandi kókað upp við føroyskari mjólk.
Afturvið servera vit ymisk sløg av nýmalnum kaffi og alskyns sløg av te.
Um tú skalt hava gestir, bindiklubb, føðingardag ella bara hevur hug at hugna tær við onkrum góðum, ber til at keypa eitt kakustykki ella fleiri heim við. Eisini ber til at bíleggja heilar køkur.